Tað er stór útskifting í Neistanum

ítróttur11-09-2017 - 22:23 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið byrjar hondbóltkappingin aftur, vit hava prátað við nýggja venjarin hjá neistamonnum, sum er Jeppe Borch. Vit spurdu Jeppa nakrar spurningar.

Hvussu hava tit fyrireika tykkum til kappingina?

- Spælararnir byrjaðu sjálvir partar av fyrireikingunum í summarferiuni, allir uttan okkara U-landsliðsspælarar byrjaðu at venja saman fyrst í august. U-landsliðsspælararnir byrjaðu nakrar vikur seinni. Vit hava havt stórt fokus á tað fysiska, men hava sjálvandi eisini arbeitt við at fáa spælt okkara spælarar saman á vøllinum.

Hvussu sær hópurin út í ár í mun til í fjør? Hvør er farin út og hvør er komin afturat?

- Eg haldi at hópurin sær spennandi út. Teir spælararnir ið vit hava gera eitt hart arbeiði hvønn dag, og tað kann man sum venjari bara vera sera nøgdur við. Tá ið tað er sagt, so er hópurin hjá okkum minkaður, og tí fara skaðar at raka harðari í ár enn í fjør.

Tað hevur verið stór útskifting á neistaliðnum.

9 spælarar eru farnir úr felagnum, teir eru: Sjúrdur Thomassen, Frank Askildsen, Herbjørn Lava, Andras Joensen, John Í Innistova, Torstein Balle, Rasmus Müller, Rói Berg og Hjalti Í Jákupsstovu.

Vit hava fingið 5 spælarar, og teir eru: Carl Herup, Rasmus Søby, Tróndur Kragesteen, Høgni Zachariassen og Djóni Højgaard

Hvønn málsetning hava tit til kappingina?

- Fyrst vil eg siga, at eg vænti at kappingin fer at vera jøvn í ár, tað eru nógvar broytingar á øllum liðum, eisini okkara, har vit hava fingið góðar spælarar inn, men nógvir eru eisini farnir.

Vit hava sjálvandi stórar ætlanir, men eg vil tó ikki fara at siga nú hvar vit skulu enda tá ið kappingin endar, tað er tað ov tíðliga til. Tað tekur tíð at spæla liðið saman, og tí hava vit fyrst og fremst fokus at spæla liðið saman. So ætla vit at byggja víðari uppá tað flotta arbeiði liðið gjørdi í fjør, sigur Jeppe at enda við jn.fo