Tað er vøkstur í útboði og eftirspurningi av grundstykkjum í Vága kommunu

Vinna29-05-2020 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

Í løtuni eru einans 8 grundstykkir tøk í Vága kommunu, tvey eru í Sandavági, trý í Miðvági og trý í Vatnsoyrum.

Arbeiðið at útstykkja 8 nýggj grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági er byrjað. Seinnapartin í gjár fekk Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri heiðurin at grava fyrsta flagið av. Tað er Sp/f Deskon við Dánial Johansen ið stendur fyri arbeiðinum at gera grundstykkini byggibúgvin.

Útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av størri útstykkingarætlan fyri økið og eru hetta tey fyrstu 8 grundstykkini av 50. Tað sum er serstakt við hesum nýggja býlinginum er, at hann verður bundið saman við gøtum og fríøki, og verður tryggur hjá børnum at ferðast og spæla millum húsini.

Arbeitt verður eisini við at útvega meira lendi til fleiri útstykkingar í Sandavági. Grundstykkini, ið eru tøk, eru matr. nr. 83ah á 802m2 og matr. nr. 83ab á 603m2 og liggja tey við Smæruteig norðuri í Sørpum.

Tøku grundstykkini í Miðvági eru matr. nr. 287f á 694m2 og matr. nr. 287h á 700m2 sum liggja við Dagmarsgøtu og matr. nr. 287o á Olivarsvegi, øll norðuri á Heiðum í Miðvági.

Ætlanir eru eisini at gera fleiri útstykkingar í Vatnsoyrum. Fyri tíð síðan vórðu fýra grundstykkir boðin út í Vatnsoyrum av teimum eru trý eftir, tað eru matr. nr. 417e á 558m2, matr. nr. 417f á 617m2 og matr. nr. 417h á 595m2 sum øll liggja við Oyraveg við góðum útsýni yvir Leitisvatn.