Tað ger ikki tað sama, hvønn tú velur

Politikkur04-06-2019 - 17:20 - Jóanis Albert Nielsen

Ein seinasta áheitan frá mær á øll fólkafloksfólk – og onnur við – um at fara á val og velja Fólkaflokkin mikudagin, 5. juni.

Tá ið vit hugsa um hetta seinasta valskeiðið og tann hurlivasa, vit hava upplivað frá sitandi samgongu, so er alneyðugt, at fólk fara á val og geva núverandi samgongupolitikarum durafjórðingin – bæði á Fólkatingi og á Løgtingi.

Minnist til tað, góðu føroyingar! Tað ger ikki tað sama, hvussu ið stýrt verður, og tað ger ikki tað sama, hvønn vit velja at umboða okkum.

Veljið Fólkaflokkin – ein flokk, sum altíð virkar fyri einum góðum og uppbyggjandi samstarvi.

Fólkaflokkurin hevur eitt sterkt lið – og um allir fólkafloksveljarar fara á val 5. juni, so fáa vit annan sessin!

Jógvan á Lakjuni