- Tað sær út til at vágasound er í besta blóma

Mentan05-05-2019 - 22:10 - Jóanis Albert Nielsen

Aftur í ár eydnaðist tað at hava Húsagongd, sum er fimtu ferð tilaki hevur verði.

Hesuferð hevði ein fløkt seg enn meir inn í meldurin við fyriskipan, og tað er ikki hissini í hesar kvinnur, sum hava gingi á odda og ganga á odda, seta fyri dagin. Tí her liggur ein kempu innsatsur aftanfyri.
Hildi verður fast í konsepti, ið Elsibeth og Ragnhild, sendu av bakkastokki í 2015.

Í ár er fyrstu ferð vit hava sæð regn í samband við Húsagongd, tað komu nakrir dropar niður eini tríggjar ferðir, men tað nervaði als ikki, men har afturmóti var tað kalt, men tað høvdu fólk brynja seg ímóti. Vit eru mitt í einum Krossmessusnerti.

Vit hoyrdu yngri og eldri føroyskar tónleikarar, og tað er eitt kolosalt tilfeingi av teimum her í Føroyum. Tí her koma nýggjar spírar fram á hvørjum árið. Tað sá út til at fólk vóru nøgd, og heimakonsertirnar vóru á høgum støði. Og tað sær út til at vágasound er í besta blóma, tí tá Bollarnir sungu "1000 og eina nátt" hjá Sámal og Jóan Jakku, tók áhoyrarafjøldin yvir, og køvdi Bollarnar niður eina løtu.
Og endabraki ikki minst, sum eg haldi má og eigur at vera ein av okkara bólkum her vestri, og Tinganest sveik ikki, teir góvu okkum øll tey løgini vit vilja hoyra, syngja og elska.

Og enn einaferð gekk alt stillisliga fyri seg, og tað hava tit áhoyrarar rós uppiborði fyri.

Men størstu tøkkina eiga tit vertir, sum løgdu tykkara heim til, tí tiltaki livir ikki uttan tykkum, so einfalt er tað.

Vit takka øllum sum hjálptu til, Vága Tónleikarafelag, Vága Bjargingarfelag, Vága Dansifelag, Vága Kommuna, Ann Margit og Jákup, vp.fo, jn.fo og aðrir týdningarmiklir stuðlar, og øll tit sum góvu eina hjálpandi hond har tað var brúk fyri tí.

Vit síggjast 2. mai 2020.

Vegna fyrireikararnar.

Beinta, Elin, Terji og Jan Erik.

Jan Erik