Tað verður trupult at fiska rækjukvotuna við Eystur-Grønland

vinna05-04-2021 - 21:11 - Jóanis Nielsen

Rækjutrolarin - Arti Viking - úr Kollafirði er í løtuni til fiskiskap á Flemmish Cap, men um rætt var, so vóru teir í Eystur-Grønlandi, tí sesongin i Eystur-Grønlandi er frá seinast i desember til fyrst i mai, men enn er samráðingarnar millum ES og Grønland ikki fingnar frá hondini, so einki er at gera, helst verður kvotan ikki øll fiskað í ár.

Les eisini HER.