Tænastu og søluskúla útbúgving

vinna15-08-2019 - 10:51 - Jóanis Nielsen

Eitt av mínum vallyftum, er at geva okkara ungdómi fleiri og breiðari útbúgvingarmøguleikar. Sjálvt um fleiri og fleiri koma at arbeiða innan fyri tænastuvinnuna, har søla er ein nátúrligur partur av arbeiðinum, so hava vit føroyingar enn ikki setta nóg stórt fokus á hesa týðandi vinnu.

Danir og aðrar tjóðir hava í rættliga langa tíð sæð virði í at menna ungdómin í tænastu- og søluvinnuni, og eru tað rættliga nógv menniskju sum liva av at veita tænastu, og at selja tær tænastur og vørur sum eru.

Ein tænastu- og søluskúli vildi verið eitt spennandi tilboð til allan tann ungdóm, sum ynskir at menna seg í hesari vinnugrein.

Samfelagið Føroyar hevur brúk fyri ungum kreftum í allari vinnuni, sum bæði duga og tora at selja allar tær tænastur og vørur, sum einstaklingar, fyritøkur og landið hevur at bjóða.

Um t.d. okkara fiskivinna og alivinna hevði havt fleiri altjóða vællærd sølufólk, sum bara høvdu fingið 10 oyru meira fyri hvørt kilo, so hevði tað gjørt rættliga stóran mun fyri okkara búskap.

Um okkara íverksetarir høvdu havt føroysk sølufólk úti á altjóða marknaðinum, so høvdu fleiri spennandi og kreativar verkætlanir havt størri møguleika at vunnið fram uttanlands.

Um vit fingu hvørt ferðafólk at lagt 100 krónur meira eftir seg, so hevði tað gjørt stóran fyri øllum teimum sum liva av ferðavinnuni í dag. O.s.v.

At duga og tora at selja, og at veita góða tænastur og góðar upplivingar fyri kundarnar, er ein kunstur sum fá duga, men sum flestu kunnu læra. Tí hevur tað stóran týdning at ungdómurin fær møguleikan at skúla seg í hesu vinnugrein. Tað er bæði gott fyri ungdómin sjálvan, fyri fyritøkur og fyri landsbúskapin…..og ikki minst fyri kundarnar.

Eg vil fegin hjálpa og gera mun fyri ungdómin, við at bjóða teimum fleiri spennandi útbúgvingarmøguleikar. Ein útbúgving vildi verið ein Tænastu og Søluskúli.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður og valevni Fólkaflokksins