Takk fyri álitið og stuðulin

politikkur03-09-2019 - 09:29 - Jóanis Nielsen

Takk fyri tit øll, sum stuðlaðu Sambandsflokkinum til løgtingsvalið.

Túsund takk til tykkum øll, sum vístu mær álit við at atkvøða fyri mær. Tað er við eyðmýgd, at eg vil taka við álitisstarvinum sum tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Takk til tykkum øll, sum hava givið mær loyvi at fáa innlit í tykkara liviumstøður og avbjóðingar í lívinum.

Ein serlig tøkk til tykkum valevnir, sum stillaðu upp og ikki blivu vald, uttan tykkum vóru vit ikki komin so langt. Tað hevur verið fantastiskt at møta tykkum og lært tykkum at kenna, eg eri takksom fyri alla tað orku og dirvi tit hava víst. Vónandi hava tit fingið áhuga fyri politiska arbeiðinum og vilja halda fram. Vit hava brúk fyri tykkum.

Fyri framman skulu nú skapast nøkur politisk úrslit, til gagns fyri Føroyar og føroyingar.

Vinaliga heilsan

Rósa Samuelsen