Talv: FM og úttøkukappingar til NM fyri børn og ung

ítróttur28-10-2019 - 18:43 - Jóanis Nielsen

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2020 verður kappingin í Danmark 21.-23. februar. Telvað verður í 5 bólkum. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20:Fødd í 2000-2002

Bólkur B U16:Fødd í 2003-2004

Bólkur C U14:Fødd í 2005-2006

Bólkur D U12:Fødd í 2007-2008

Bólkur E U10:Fødd í 2009 ella yngri

Undankapping

02.11.2019 verður undankapping í Klaksvík. Telvað verða 7 umfør, har telvararnir hava 10 min + 5 sek/leik í part til talvið. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa í finalubólkin.

Finalan

Finalan verður í Sandavági 24.11.2019. 2 bólkar eru í hvørjum aldursbólki. 8 tey bestu í undankappingini, telva um FM og úttøku til NM. Nummar 1 og 2 verða úttikin til landsliðshópin, sum fer til Danmarkar at telva 21.-23. februar 2020.

Tey, sum ikki sleppa í finalubólkin, telva í einum øðrum bólki um heiðursmerkir.

Meira kunning um kappingarnar kemur seinni.