Talv: Rógvi vann jólakappingina hjá Sandavágs Talvfelag

ítróttur31-12-2015 - 04:52 - Jóanis Nielsen

 18 telvarar vóru við í jólakappingini, sum Sandavágs Talvfelag skipaði fyri í kvøld, allir telvararnir vóru úr Sandavági, undanfarin ár hava toftamenn verið raskir at møtt, men í ár var eingin av Toftum.

Vinnari gjørdist Rógvi Egilstoft Nielsen við 17 stigum t.v.s. fult stigatal, bróðurin Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist nr. 2 og pápi teirra Torkil Nielsen gjørdist nr. 3.

Sí øll úrslitini á niðastu myndini.