Talv: Úrslit frá NM úttøku-finaluni

ítróttur07-12-2020 - 20:47 - Jóanis Nielsen

Talvsamband Føroya skrivar: NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Føroyum í komandi ári, og sunnudagin 29. novembur varð finalan um NM úttøkurnar hildin í Klaksvík, har tey føroysku umboðini skuldu finnast.  25 børn og ung luttóku í teimum fimm aldursbólkunum.

Ein undankapping til finaluna hevur verið, har 8 teir fremstu telvarirnir í hvørjum bólki kundi kvalifisera seg til finaluna. Tó kundu øll luttaka í finaluni, skilt á tann hátt, at fyri at vinna sær pláss til NM luttøku, kravst at viðkomandi var ímillum 8 tey bestu í undankappingini. Tvey umboð úr hvørjum bólki luttaka í NM kappingini.

Í bólki A vóru 4 luttakarar.
Hetta var ikki nakar lættur bólkur, tí at allir telvarirnir hava áður luttikið í NM, so lagt var upp til eina spennandi kapping. Tá ið samanumkom vann Janus Skaale bólkin greitt.
Endaliga støðan:
1. Janus Skaale (NM)
2. Rógvi Mørkøre (NM)
3. Flóvin Matras Tummasarson
4. Kaj Olsen

Bólkur A

Í bólki B vóru einans 2 luttakarar, og her vann Jón í Horni Nielsen ímóti Benjamin R. Fjallheim.
Endaliga støðan:
1. Jón í Horni Nielsenm (NM)
2. Benjamin R. Fjallheim (NM)

Bólkur B

Í bólki C vóru 4 luttakarar. Luitjen A. Apol vann greitt bólkin.
Endaliga støðan:
1. Luitjen Akselsson Apol (NM)
2. Elias Petersen (NM)
3. Markus Jacobsen
4. Jónas Sólsker

Bólkur C

Í bólki D vóru 5 telvarar. Hetta var ein sera javnur bólkur, har umdystur mátti til at finna 2. plássið, ið Brestir vann.
Endaliga støðan:
1. Petur Magnussen (NM)
2-4. Brestir Samuelsen (NM)
2-4. Rókur Davidsen
2-4. Silas Mouritsen
5. Luca Eyðun Staksberg

Bólkur D

Bólkur E var tann størsti, og har vóru 10 luttakarar. Vinnari gjørdist Mattias Mc Intosh, ið fekk 8 av 9 stigum, og beint í hølunum á honum var Emil Jamil Jacobsen við 7½ stigum.
Endaliga støðan:
1. Mattias Mc Intosh
2. Emil Jamil Jacobsen (NM)
3. Róin Tjørná
4. Bjarta Tjørná
5. Lukas Páll Wiberg (NM)
6. Marner Fríði Petersen
7-9. Levi Sundar
7-9. Poulina á Heygum
7-9. Sámal Isfeldt Nesá
10. Oskar Jamil Jacobsen

Bólkur E