Tanum flutti eitt fólk úr Nólsoy á Landssjúkrahúsið í kvøld

10-01-2021 - 21:50 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 18:03 í kvøld fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Nólsoynni og á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Tanum, sum fór til Nólsoyar eftir fólkinum, og klokkan 18:45 var Tanum í Havn aftur.