Team Rynkeby í Vágum

ítróttur07-07-2020 - 15:23 - Jóanis Nielsen

Í dag hevurTeam Rynkeby - Føroyar verið á vitjan í Vágum. Hetta er síðsti dagurin hjá Rynkeby Føroyar, á teirra súkklutúri runt Føroyar. Í dag varð súkklað úr Havn og vestur í Vágar, her tað varð súkklað runt í oynni. Steðga bleiv á inni á Giljanesi til ein døgurðabita, har Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri eisini var og heilsaði uppá, áðrenn leiðin aftur varð sett til Havnar, har ein væl uppiborðin hvíld er á skránni.

Kelda: Vága kommuna.