Tey 12-15 ára gomlu fáa nú tilboð um at verða koppsett

corona03-08-2021 - 22:12 - Jóanis Albert Nielsen

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av, at tey í aldursbólkinum 12-15 ár nú fáa tilboð um at lata seg koppseta.

Longu frá á midnátt fer tað at bera til hjá foreldrum at bíleggja tíð at koppseta ung í aldrinum 12-15 ár fyri koronu.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at víðka Covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon nú eisini fer at fevna um aldursbólkin 12-15 ár. Broytta kunngerðin verður lýst longu í dag og kemur í gildi í morgin.

Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at hann tekur hetta stigið, sum er alneyðugt, um fólkið í Føroyum skal røkka flokkimmuniteti fyri koronu. Flokkimmuniteturin skal tryggja, at koronusjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið.

Tað at fáa koppsett tey 12-15 ára gomlu er eisini við til at tryggja, at skúlar, frítíðarskipanir, ítróttarfeløg, musikkskúlar og annað ikki noyðast at steingja í tíðarskeið vegna Covid-19. Eg vóni, at koppsetingin fær stóra undirtøku frá teimum 12-15 ára gomlu.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður