Tíðindafundur kl. 11 - kunning um støðuna á almannaøkinum

corona20-03-2020 - 09:53 - Jóanis Nielsen

Klokkan 11.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna á almannaøkinum, nú corona virus rakar í Føroyum.

Á tíðindafundinum verða Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.