Tíðindaskriv 12. mars: Norðurlandahúsið avlýsir tiltøk

mentan12-03-2020 - 14:18 - Jóanis Nielsen

 Fylgjandi tilmælunum frá løgmanni í morgun í sambandi við COVID-19 smittuna hevur Norðurlandahúsið avgjørt at útseta ella avlýsa øll tiltøk til og við 29. mars. Húsið verður stongt frá mánadegnum 16. mars og tvær vikur fram. 

Øll, sum hava keypt atgongumerki til tiltøk, sum verða avlýst vegna Corona átøk, kunnu fáa peningin endurrindaðan við at senda ein teldupost til nlh@nlh.fo við bókingarnummari og kontonummari. 

Kaféin Systrar hevur opið sum vanligt í vikuskiftinum og letur síðan aftur frá og við mánadegnum. Øll servering verður umvegis diskin, t.v.s. onki sjálvtøkuborð. Í staðin fyri bronsj verður ein góður morgunmatarplattur at fáa kl 10.00-14.00 leygardagin. Eisini er innrættingin í kaféini tillagað soleiðis, at fólk ikki sita ov nær hvørjum øðrum. 

Starvsfólk hjá Norðurlandahúsinum fara í stóran mun at arbeiða heimanífrá ella avspáka. Teldupostar verða svaraðir, og heitt verður á fólk um at senda generellar fyrispurningar á nlh@nlh.fo. 

Norðurlandahúsið fer at nýta tíðina, ímeðan húsið er stongt, at gera ymiskt viðlíkahald, sum ikki krevur, at nógv fólk eru til arbeiðis í senn. Avtalur við privatar undirveitarar so sum reingerðingsvirki verða óbroyttar, soleiðis at avmarkaða virksemið í húsinum ikki fær óneyðuga stórar fíggjarligar fylgjur fyri smærri fyritøkur. 

Kunning verður løgd út so hvørt á nlh.fo/tidindi og á Facebook og Instragram síðunum hjá stovninum.