Myndin er av Fagraberg, sum er eitt av skipunum í samtakinum hjá Framherja.

Tíðindaskriv frá Spf Framherja

vinna18-11-2019 - 14:34 - Jóanis Nielsen

Hervið verður boðað frá, at Torsteinn Már Baldvinsson, Barðstúni 7, Akureyri, Ísland tekur seg aftur, sum nevndarlimur og nevndarformaður í Spf Framherja, Bjarnavegur 15, Fuglafjørður og øllum tess dóttirfeløgum.

Sum nevndarlimur í hansara stað er valdur Árni Absalonsen, Stoffalág 122, Tórshavn.

Nevndin hevur skipað seg við Elisabeth D. Eldevik Olsen, sum nevndarformanni.

Fuglafjørður tann 18. november 2019.

Vegna Spf Framherja

Anfinnur Olsen, stjóri.