Tíðindaskriv: Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa

vinna25-09-2020 - 15:05 - Jóanis Nielsen

Korona ávirkar hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er í stóran mun ávirkað av alheimsfarssóttini COVID-19.

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 er 459 t.kr., sum er 579 t.kr. lægri enn fyrra hálvár 2019.

Innlánini eru hækkaði við 6,9% - úr 728 mió. kr. í 778 mió. kr.

Útlánini eru lækkaði við 3,6% - úr 588 mió. fyrra hálvár 2019 niður í 567 mió. kr. fyrra hálvár 2020. Hetta stendst í høvuðsheitum av, at fleiri og fleiri velja ella leggja um til realkreditlán.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 17,7% og solvenstørvurin er 10,6%.

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldførið, 208%, samanborið við 125% sama tíðarskeið í fjør. LCR er 539%.

Úrslitið er nógv ávirkað av COVID-19, og tí hevur verið neyðugt at sett eyka av í niðurskrivingum, umframt at kurstapið er 65 t.kr. ímóti einum kursvinningi á 178 t.kr. fyri fyrra hálvár 2019.

Suðuroyar Sparikassi metir hálvársúrslitið sum ikki nøktandi, men trupult er at verja seg fyri eini herviligari koronafarsótt, ið er beinleiðis orsøk til laka hálvársúrslitið.