Tíðindi frá Felagnum Føroysk Ross

mentan11-01-2021 - 15:03 - Jóanis Nielsen

Føroyska rossið hevur eina heilt serliga søgu. Hvussu tað hevur tænt okkum føroyingum, hvussu tað á einum tíðarskeiði einans vóru 4 ryssur og 1 greðingur eftir, og hvussu vit í síðstu løtu megnaðu at bjarga rossaslagnum. Eitt stórt sjálvboðið arbeiði er gjørt, og tískil hava vit enn tað føroyska rossið í dag.


Men enn er tað føroyska rossið í stórum vanda fyri at doyggja út. Vit hava einans um 50 lívdjór í dag, og skulu upp á minst 200 lívdjór, áðrenn stovnurin nøkulunda er tryggur frá at doyggja út.

Tað er ein vaksandi trupulleiki hjá eigarum av føroyskum ryssum, at teir fáa ikki selt fylini, sum koma undan, og tískil steðgar alingin upp, og ikki ber til at útflyta, tí lóggávur mangla.

Vit hava heitt á landsins myndugleikar um at gera teirra part, men teir hava sagt, at sum við mongum øðrum er spurningur um prioritering, og at vit mugu varpa ljós á hendan trupulleikan, so stórri trýst kemur á teir fyri at gera okkurt.

Nakrar av eldsálunum, sum dagliga arbeiða við at varðveita føroyska rossið eru at síggja einum stuttum filmi (sí leinkju).

Í filminum eru grundgevingar fyri, hví útflutningur av føroyskum rossum hevði verið ein upplagdur møguleiki fyri at økt munandi um stovnin.

https://youtu.be/c_Rt-EJmPf0