Tíðindi frá Sørvágs Country & Bluesfestivali

mentan08-11-2019 - 09:31 - Jóanis Nielsen

Festivalurin hevur í morgun kunngjørt síni høvuðsnøvn. Talan er um tvey av teimum stóru amerikansku nøvnunum: Heather Myles og The Bellamy Brothers.

Brøðurnir Howard og David Bellamy fara at trína stóra pallin á Dungasandi leygarkvøldið 13. juni 2020 saman við dugnaliga orkestri teirra. The Bellamy Brothers eru kendir í Føroyum. Teir vitjaðu fyrstu ferð her í 1997 tá teir spældu fyri fullsettari ítróttarhøll á Hálsi í Havn. Síðan hava teir vitjað tríggjar ferðir, men hetta er fyrstu ferð, at tala er um eina konsert og ikki dansitiltøk, og fyrireikararnir siga, at brøðurnir úr USA gleða seg til hetta ørvísi tiltakið.

Sørvágs Country & Bluesfestivalur skrivar hetta um bólkin:

The Bellamy Brothers komu fram miðskeiðis í 1970’unum. Gjøgnumbrotið var sangurin ’Let Your Love Flow’ sum herjaði popptindarnar í 1976. Seinni gjørdist tónleikur teirra meira countrykendur, og teir hava havt eitt ótal av hittum, serliga í sjeyti- og áttati árunum.

Nevnast kunnu ’If I Said You Had a Beautiful Body (Would You Hold it Against Me)’, ’Lovers Live Longer’, ’I Need More of You’ og ’Old Hippie’.

Og so skal ikki gloymast stóra Bellamy-hittið í Føroyum, ”Send Me a Letter Amanda”, sum Jákup Zachariassen skrivaði til Hall Joensen og Bellamy brøðurnar.

Í yvir fýrati ár hava teir báðir, 69 ára gamli David og 73 ára gamli Howard, ferðast kring allan heimin við teirra glaða og dansivinarliga countrytónleiki. Brøðurnir koma upprunaliga frá Florida, har teir framvegis búgva og reka ein stóran bóndagarð.

Tað at teir koma frá Florida ger eisini, at countrytónleikur teirra í stóran mun er ávirkaður av rútmunum frá oyggjunum í Karibia.

Hitt høvuðsnavnið á countryfestivalinum í Sørvági er 57 ára gamla Heather Myles frá Riverside í Kalifornia, ikki so langt frá Bakersfield, sum er kendur fyri serliga rokkuta countrystílin, sum Buck Owens og Merle Haggard og seinni Dwight Yoakam løgdu lunnar undir.

Hon gjørdi serliga um seg í nítiárunum, tá hon gav fleiri vælumtóktar honky-tonk fløgur út við egnum tónleiki. Hon megnaði enntá at fáa bæði Merle Haggard og Dwight Yoakam at syngja við sær á onkrum av fløgunum.

Sørvágs Country & Bluesfestivalur fer komandi tíðina av kunngera fleiri av hinum nøvnunum, sum verða við á festivalinum komandi summar.