Til bygdafólk og onnur áhuga

mentan12-11-2019 - 22:35 - Jóanis Nielsen

Eg skal við hesum boða frá at myndasavni við gomlum myndum úr Sandavági, sum undirritaði seinastu 8 árini hevur talgilt, verður lati Sandavágs Bygdasavni í varveitslu. Tað eru umleið 12.000 myndir skannaðar síðan 23. februar2012.

Umframt meg sjálvan hevur eitt stórt tal av fólkum við áhuga, lagt myndir út á “Sandavágur- gamlar myndir” á facebook, har liggja útivið 6000 myndir.

https://www.facebook.com/groups/sandavagur/

Tað hevur leingi verið mín ætlan at hetta myndasavn átti at koma undir eina skipan, og tá ein var biðin um at vera partur av nevndini í Sandavágs Fornminnafelag, ið liggur undir Sandavágs Bygdasavni, gjørdist hetta veruleiki.

Samstundis verður alt myndasavni goymt í eini talgildari skipan sum Sandavágs Bygdasavn varðar av.

Teir sum vegna Sandavágs Fornminnafelag, koma at taka sær av myndasavninum framyvir verða: eg sjálvur Jan Erik Simonsen, Hanus Nielsen og Sigurð Fríði Fróðason.

Enn sum áður er øll vælkomin at koma við myndum, leggja tær út sjálvi ella koma til ein av teimum omanfyri nevndu við teimum, so skullu við fáa tikið eitt avrit av teimum.

Jan Erik Simonsen