Til minnist um bróðir mín Harald Rasmussen Nattestad

top15-07-2019 - 12:32 - Jóanis Albert Nielsen

Tað vóru tung og skelkandi boð at fáa, at Harald var farin um sýnina.

Ein virkin, raskur og dugnaligur maður hevur lagt árarnar inn - og røddin er nú tagnað.

Harald andaðist tann 28. apríl 2019 og var bara 64 ára gamal og heili 14 ár undir miðal livialdur, hetta er heilt óskiljandi, og eg síggi onga meining við hesum, at hann skuldi fara so brádliga, og serliga at Harald var væl fyri og hevur ongantíð verði á sjúkrahúsi.

Vit systkini: Sofía, Harald og eg vóru framúr góð við hvønn annan og stóðu saman sum kletturin, tá ið á stóð.

Vit vuksu upp í Kirkjatúni og tað vóru sera góð barnaár og tað var jú uttan Teldur, playstatión og annað -so at náttúran var okkara spælistað.

Náttúran var eitt og alt fyri Harald, og hann fylgdi serliga væl við øllum djóralívi.

Hann hugsaði nógv um náttúru dálking frá laksaaling og plastdálking, hann var stúrin um tað vaksandi talið av ferðafólki, sum ganga um allan hagan og traðka alt niður, so at tað gongur út yvir fuglalív og seyðahald.

Á yngru árum spældi Harald við MB, og tað liðið spældi sera gott og kláraði seg serliga væl í kappingini. Harald spardi seg ikki og stríddist við lív og sál um hvønn einasta bólt, og áhugin fyri hesum liðið var sera stórur hjá øllum miðvingum og serliga pápi, mamma og Jóanis Rasmussen høvdu serligan áhuga í MB.

Harald hevði serligan stóran áhuga í seyðahundum og var íðin fjallmaður og varð røktingamaður í Nípuhaga hann hevði seyð í fitilendi, Norfaratorvu, Doddaskorð og Miðvágsurð. Harald treivst væl í tí fríu náttúruni og ikki minst á heystardegnum, tá seyðurin kom í rætt og alt frá skurðinum skuldi koma til høldar. Hetta vóru góðir dagar fyri Harald.

Harald dámdi serliga væl at fara langar siglitúrar saman við nógvum vinum, runt oyggjarnar at hyggja eftir bjarglendi, serliga var tað fuglalívið sum hevði hansara stóra áhuga. Harald heiði lisið nógv um hendingar frá farnu øld, og áhugavert var at hoyra hann fortelja um ymisk roysnis brøgd, sum teir gomlu høvdu gjørt at bjarga sær á land tá árabátar komu illa fyri, og hann visti eisini sera nógv um staðarnøvn.

Vit vóru báðir í læru sum maskinsmiðir hjá J. K. Joensen. Tað var eitt gott arbeiðispláss. og ein góð tíð at minnast aftur á, eftir tað fóru vit báðir á maskinskúla.

Harald og eg sigldu nakrar túrar saman um borð á ísfiskatrolaranum Neptunus og Leitinum. Eg fór so út í verðina at sigla, men Harald sigldi stóra partin av sinum lívi við ísfiskatrolarum undir Føroyum, og sum tey flestu vita er tað mangan hart lív á vetrardegi, men parturin hjá Harald lá ongantíð eftir, og tá trolarin kom til lands var Harald til arbeiðis hvønn einasta dag við ymiskt viðlíkahald til teir fóru avstað nýggjan túr, og ikki kravdi hann løn fyri hetta arbeiðið.

Harald var ein teirra, sum man kundi siga um: Eitt orð er eitt orð, og ein maður ein maður. Sum tað stendur í sanginum: Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð.

Takk til prestin Ingu Poulsen Dam. Takk til sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar og takk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum. Og takk til tykkum mongu, sum fylgdu Haraldi til hansara seinasta hvíldarstað.

Harald verður nógv saknaður.

Við hesum fáu orðum lýsi eg frið yvir minni um Harald.

Gunnar Rasmussen Nattestad
Marchen Mærsk