Tiltak fyri børn við tilflytarabakgrund

mentan13-03-2019 - 14:43 - Jóanis Nielsen

Leygardagin 30. mars 2019 bjóðar Fótbóltssambandið øllum børnum (5-12 ár) við tilflytarabakgrund til eitt stuttligt fótbóltstiltak í Sandavági og á Eiði.

Flestu føroysk børn eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgunum og er hetta tí ein týdningarmikil partur av uppvøkstri og trivnaði í Føroyum. Við hesum tiltakinum, vilja vit fegin bjóða børnum við tilflytarabakgrund royna eina fótbóltsvenjing.

Bæði børn, sum longu spæla fótbólt og børn, sum ikki spæla fótbólt eru vælkomin at luttaka.

Meðan børnini hugna sær á vøllinum, so bjóða vit øllum foreldrum til ein drekkamun, har vit eisini koma greiða nærri frá týdninginum at vera p artur av einum ítróttarfelagið.

Les um tiltakið her.