Tórbjørn: Beinir eigur at gevast sum politikari skjótast gjørligt

Politikkur26-05-2020 - 23:37 - Jóanis Albert Nielsen

Guð náði okkum.

Dagur og Vika í kvøld setti øll met. Fyrrverandi chef-domptørurin í Havnar Framburðsfelag, limafelagið hjá Fólkaflokkinum, Sólvit Nolsøe, einaferð stóra vónin hjá Óla Breckmann um eitt politiskt trekkplástur, sum kundi taka høvuðsstaðin frá socialistisku flokkunum, var av Rajani, Justinussen og Jensen, settur at orkestrera eina heilt sjáldsama sending, ella partssending, sum aðrir fjepparar og strategar í Havnar Framburðsfelag so sjónliga høvdu sett í scenu.

Beinir Johannessen eigur at gevast sum politikari skjótast gjørligt, tí tað hevur hann líka so lítið skil fyri sum Mercedis og Bigge, men at Framburðsfelagið í metropolinum megnaði at fáa ein tingmann hjá Tjóðveldinum at leypa fullkomuliga á bláman, tað kom óvart á.

Vit vitstu at hon ikki var nær í námind av Tjóðveldisflokkinum, táið hon stillaði upp, hon var djúpt engasjerað í Sjálvstýrisflokkinum tríggjar dagar áðrenn hon yvirhøvur stillaði upp fyri loysingarflokkin (tað eru 10-15 ár síðan nakar hoyrdi um tað málið frá flokkinum.) Tað loysti seg betri.

Samanumtøkan eftir hesa sendingina er, at flokkurin hjá Erlendi Patursson í dag bara hevur eittans endamál, at føroyskir skattaborgarar, verkamenn og fiskimenn kring landið, skulu kompensera metrosexuellum kapitalistum fyri ótilgjørdar døgverðar, sum útlendingar ikki hava etið úr teirra hondum.

Hví tað skuldi enda so, ja, tað er ein gáta, sum eg ikki megni at loysa, skrivar Tórbjørn Jacbosen á Facebook í kvøld.