Torradagarnir í Klaksvík avlýstir

mentan07-01-2021 - 12:06 - Jóanis Nielsen

Seinnu árini hava nógv ymisk tiltøk verið á rúgvusmiklu Torraskránni. Í fjør vóru heili 56 tiltøk á skrá - og telur tú øll vitjandi saman, tó at fleiri ganga aftur, so nærkast vit 4.000 fólk, sum vitjaðu ymsu tiltøkini.

Tá ið gongdin við Koronu er so ivasom, og tað sambært landslæknanum í ringasta føri kann verða vitjan av nýggja virusfrábrigdinum, so er avgerð tikin um, at Torradagarnir, sum skuldu vera 15. – 21. februar, ikki verða á skrá í ár.

Meir enn fullsett hevur ofta verið í Smæruni og Miðhøllini á Skúlatrøð, sum kunnu sigast at hava verið høvuðspallarnir á Torradøgunum. Tó hava nógv onnur tiltøk verið runt um í býnum, framsýningar, framløgur, konsertir, kaféir, har sjóvinnan so ella so hevur verið á skrá.

Eisini hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið pallur fyri heilsukafé og ymiskum tiltøkum, kanningum og kunning av ymsum slag, sum av góðum grundum ikki letur seg gera í ár.

Tá ið talan er um so stórt tiltak, sum krevur stóra fyrireiking, og tað strekkir seg yvir eina heila viku, har tað í fleiri førum er trongligt inni vegna nógvu vitjandi til tiltøkini, verður mett skilabest at útseta Torradagarnar til 2022.

Klaksvíkar býráð