Tilvildarlig mynd.

Tórsgøta letur upp á netinum

corona23-03-2020 - 10:42 - Jóanis Nielsen

Við beinleiðis konsertum frá Reinsaríinum, fer Tórsgøta at veita listafólki eina hjálpandi hond og fjálga um føroyingar

Í Tórsgøtu elska vit list, og tí ynskja vit at rætta listafólki eina hjálpandi hond. Tònleikarar og listafólk bløða í hesum døgum, og tí fara vit í Tórsgøtu at skipa fyri beinleiðis tiltøkum, har endamálið er at stuðla listafólki og fjálga um føroyingar, nú korona hevur vent tilveruna á høvdið.

Heilt nógvir bólkar høvdu fullan kalendara í mars, men knappliga kom korona og hálaði stikkið úr. Men nú fara tit at seta stikkið í aftur við at skipa fyri beinleiðis konsertum frá Reinsarínum, sum so verða stroymdar til øll sum hava internet..

Í byrjanini verður talan um tvær konsertir um vikuna, har endamálið er bæði at geva føroyingum møguleika at hoyra alt tað fjølbroytni, íð rørir seg í okkara tónleikaheimi, men eisini at skapa inntøkur til okkara tónleikarar.
Somuleiðis arbeiða vit eisini við at skipa fyri øðrum mentanartiltøkum sum bókaframløgur, upplestur og annað. Tit frætta nærri, tá hesin parturin er komin upp á pláss.