Traðarveðrarnir roynast væl hjá havnamonnum

mentan18-09-2018 - 19:48 - Jóanis Nielsen

 Leygardagin flettu Rúni Morh, Henry Mohr og Jónleif Kass 9 veðrar, sum høvdu gingið á eini trøð við Krákugjógv í Havn, teir royndust avbera væl, meðalvektin var 74,3 pund, annars lógu teir úr 64 pundum uppí 86 pund, seyðirnir hava gingið úti í allan vetur - spennandi verður at fletta nú í heyst.