Triðja sølan av rættindum at veiða svartkjaft og norðhavsild verður 12 sept. 2017 kl. 13:00

vinna12-09-2017 - 08:28 - Jóanis Nielsen

Uppboðssøla av fiskirættindum

Triðja “opna” uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin12 sept. 2017 kl. 13:00.

Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:

  • Norðhavssild: 9.000 tons

  • Svartkjaftur: 9.000 tons

Sølulinjurnar kunna síggjasther

FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna, og eiga at gera fylgjandi:

Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna av rættindum at gera

Heinta IClientin frá heimasíðuni hjá FMF

Fyll út og undirskriva oyðublaðið "Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara" og send tað til FMF

Fá brúkaratal, loyniorð og keypslykilin frá FMF

Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar

Fá eitt telefonnummar frá FMF

Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn

Um tit ivast í onkrum, so ring til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.