Dysturin móti Norra er næstseinasti dystur hjá Lars Olsen sum føroyskur landsliðsvenjari - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tríggjar broytingar á føroyska liðnum

ítróttur15-11-2019 - 16:44 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Lars Olsen hevur gjørt tríggjar broytingar á liðnum til dystin móti Norra, í mun til teir fyrstu 11, sum byrjaðu móti Malta. Inn eru komnir Gilli Rólantsson Sørensen, Ári Mohr Jónsson og Odmar Færø.

Klokkan 17:00 føroyska tíð skal føroyska A-landsliðið við monnum takast við Norra á Ullevaal Stadion í Oslo. Undan dystinum hevur Norra 11 stig, meðan Føroyar hava 3 stig.

Í mun til dystin fyri einum mánað síðani, tá føroyska liðið vann 1-0 á Malta, hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen framt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini.

Odmar Færø byrjar í miðverjuni fyri Rógva Baldvinsson, sum í staðin verður fluttur fram á miðvøllin, har hann avloysir Hall Hansson, ið ikki er við hesaferð vegna skaða.

Á høgra bakki er Gilli Rólantsson Sørensen til reiðar aftur, eftir at tvøramaðurin var leikbannaður til dystin móti maltesum, meðan Ári Mohr Jónsson avloysir Viljorm Davidsen á vinstra bakki.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Odmar Færø. Á føroyska miðvøllinum verða Gilli Rólantsson Sørensen, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson og Ári Mohr Jónsson. Framrættaðir miðvallarar verða Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, og framherji verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Árni Frederiksberg, Andrias Eriksen, Viljormur Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

EM-undankappingardysturin millum Norra og Føroyar byrjar klokkan 18:00 lokala tíð í Oslo. Tað er klokkan 17:00 føroyska tíð.