Trøllkonufingur: Klintrararnir komu á Miðvág fyri løtu síðan

myndir31-07-2016 - 17:33 - Jóanis Nielsen

 Fyri løtu síðan komu teir tríggir klintrarnir, sum í nátt komu á toppin á Trøllkonufingri, á Miðvág, við bátinum hjá Bjørn á Heygum, sum sjálvur førdi bátin.

Teir tríggir sóu út til at vera væl fyri, teir høvdu fingið ein stuttan blund á toppinum, men longu kl. 2 byrjaðu teir at fara niður.

Vit tóku nakrar myndir, tá ið teir komu á Miðvág.