Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í kvøld

vinna07-11-2018 - 10:10 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í kvøld við 1.900 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri, teir royndu heilt norðuri á 67,2N.

Vit á JN.fo hava tosað umborð á Trónda í morgun, sagt varð, at fitt av sild var at síggja, sildin gekk í ein landnyðring, støddin á sildini er tann sama sum undanfarnu túrar - umleið 400 gramm. Veðrið var gott í morgun, eitt lot av landsynningi.

Tróndur hevur umleið 3.000 tons av sild eftir at fiska.

Teir sleppa at landa beinanvegin, teir koma á Tvøroyri, og rokna við, at fara nýggjan túr leygardagin.