Mynd: Mortan Berjastein.

Tróndur í Gøtu landar svartkjaft til Havsbrún

vinna01-08-2015 - 17:37 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjør nú um middagin við 200 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Tróndur hevur verið úti í nakrar dagar, teir hava leitað bæði í føroyskum og altjóða sjógvi. Teir leitaðu fyrst norður ímóti markinum og hildu áfram heilt norðurum 66 stig, og so suður við markinum eystanfyri, tað var ikki nógv at síggja, varð sagt, tá ið jn.fo tosaði umborð í morgun.

Tróndur gjørdi 2 tov, har teir tilsamans fingu 200 tons av svartkjafti, tað var smáfallandi svartkjaftur teir fingu.

Norðborg og Christian í Grótinum eru á makrelveiðu vestanfyri, teir royna vestur ímóti íslendska markinum.