Tummas T. er áveg á Tvøroyri við sild

vinna24-09-2020 - 13:12 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. verður á Tvøroyri seint í kvøld ella í nátt, teir hava verið í íslendskum sjógvi, har teir hava fiskað sild, teir hava 1.200 tons, tað er góð sild teir hava.

Tummas T. skal landa aftaná Finn Fríða, sum byrjar at landa seinnapartin í dag, so tað verður helst í morgin, at teir sleppa framat.