Tummas T. er áveg inn við 1.100 tonsum av sild

vinna02-11-2019 - 11:37 - Jóanis Nielsen

 Tummas T., sum hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, er áveg inn við 1.100 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, teir byrjaðu í gjárkvøldið, tá ið liðugt var at landa Gitte Henning, aftaná Jupiter skal Finnur Fríði landa, teir sleppa framat sunnukvøldið, Tummas T. landar so aftaná Finn Fríða, sum helst verður seint týsdagin.