Mynd: Reidar Simonsen.

Tummas T. kom á Tvøroyri í nátt

vinna06-10-2019 - 06:01 - Jóanis Nielsen

 Tummas T., sum hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, kom á Tvøroyri í nátt við 1.100 tonsum, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Í løtuni landar Finnur Fríði sild á Tvøroyri, teir verða liðnir á midnátt sunnukvøldið, og tá sleppir Tummas T. framat at landa.