Tunlarnir Norður um Fjall standa fremst

politikkur30-05-2020 - 20:27 - Jóanis Nielsen

Lat ongan iva vera um, at tað eru tunlarnir norður um fjall, ið eru teir í fremstu røð, tá vit tosa um komandi tunnilsverkætlan. Tað er klokkuklára avtalan í samgonguni, og eisini ætlanin hjá okkum.


Borgarar okkara norðanfyri hava bíðað í alt ov langa tíð, og verið settir til síðis fyri aðrar verkætlanir, men ikki longur.

Avtalan og ætlanin hjá samgonguni er greið, og verður hon ikki brotin ella broytt.

Hinvegin skal man hyggja eftir, um tað letur seg gera, at vit fara í gongd við Fámjinstunnilin samstundis.

Men Tunlarnir norður um fjall standa fyrst og fremst!

Beinir Johannesen - Fólkaflokkurin