Tuugaaliq landar makrel í Ánunum

vinna15-08-2019 - 10:46 - Jóanis Nielsen

 Grønlendski trolarin Tuugaaliq er í Ánunum, har teir landa útvið 700 tons av makreli, sum teir hava fiskað norðanfyri føroyska markið - tað er í altjóða sjógvi.

Nógv skip royna norðanfyri føroyska markið eftir makreli - fleiri enn 30 skip eru á leiðini í morgun, har eru russisk-, grønlendsk-, íslendsk- og føroysk skip, fiskiskapurin er góður og tað er góður makrelur skipini fáa.