Tveir smittutilburðir í gjár

corona16-10-2020 - 21:05 - Jóanis Albert Nielsen

Tveir nýggir smittutilburður vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í báðum førum er talan um persónar, ið eru komin til Føroya úr øðrum londum. Tey smittaðu er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 707 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 143.379 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 482 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 471 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 11 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.