Tveir smittutilburðir í gjár

corona03-08-2021 - 10:11 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru tveir nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Báðir persónar eru smittaðir í Føroyum, í eina førinum er smittukeldan ókend.

2.191 kanningar eru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 28 persónar smittaðir við COVID-19.