Tveir tilburðir í gjár

corona13-09-2021 - 12:46 -

Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein tilburður varð staðfestur eftir kanning 3 dagar eftir komu til Føroyar. Hin personurin er smittaður í Føroyum, smittudeldan er ókend.

536 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 32 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni.