Tvey starvsfólk til Sambýlið í Sørvági

Lýsing15-01-2021 - 21:38 - Jóanis Albert Nielsen

Um størvini

Talan er um tvey størv á 40 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2021 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru ávikavist eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv frá 1. mars 2021 til 28. februar 2021. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, tað vil siga, dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir.

Førleikar

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, námsfrøðingur, sosialráðgevi, ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir í sosialpedagogiskum arbeiði. Um ikki nóg nógv við viðkomandi útbúgving søkja, kann starvið verða sett við hjálparfólki.

Uppgávur

Endamálið við stovninum er at geva búfólkum møguleika fyri einum staði, har tey kunnu búgva samstundis sum tey fáa neyðugu miljøterapiina. Endamálið er at tey kunna megna eitt sjálvstøðugt lív og verða virkin.

Væntanir

Væntað verður, at tú skipar og fylgir virkisætlanum og mannagongdum, sum er partur av miljøterapeutiska arbeiðinum. Vit vænta harumframt at tú vilt virka innovativt og koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum.

Neyðugt er at hava kt-førleikar og koyrikort til bil.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, har tú ert við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki. Vit bjóða eitt umhvørvi har tvørfakligheit og menning eru í hásæti, og tú verður luttakandi í einum stovni sum ynskir at verða í menning.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Starvsmannafelagið, Ergoterapeutfelagið, og Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 27.01.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindaleiðara, tlf 297453.