Tvøroyri: Sethúsabygging og hægsta fólkatal síðan 2006

politikkur18-12-2020 - 18:36 - Jóanis Nielsen
Nú 2020 so smátt er farið afturum, kann staðfestast, at ein fittligur fólkavøkstur hevur verið á Tvøroyri hesir seinastu 12 mánaðirnir. Vit skulu heilt aftur til 2006, tá fólkatalið var 1757, fyri at finna eitt hægri fólkatal enn í dag.

Hin 18. desember 2019 búðu 1714 fólk á Tvøroyri og í dag eru vit 1752. Hetta svarar til ein fólkavøkstur uppá 38 fólk, ella uml. 2,2%. Taka vit tølini frá 1. januar 2020, so búðu 1710 fólk á Tvøroyri tá – 42 færri enn í dag. Hetta er sera positivt fyri býin og tað, ið er enn meira gleðiligt er, at vit hava fingið fleiri barnafamiljur til býin. Vit høvdu eina grein um at tilflytingarmynstrið á Tvøroyri sá út til at vera broytt og tað hevur víst seg at vera rætt. Sí greinina her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5235&id=2 Vit vitjaðu eisini nýtilflutta barnafamilju, í Trongisvági. Sí her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5317&id=2

Góða gongdin sæst eisini aftur í býarmyndini, tí fleiri sethúsabyggingar eru í gongd. Lívligt er í Heiðastrøðini, har bæði sethús og leiguúbúðir verða bygdar. Leiguíbúðirnar, ið Bústaðir letur byggja, saman við MTV-Byggivirki, hava vit áður umrøtt her. Nú er liðugt grivið, og Mortan Vang, stjóri í MTV-Byggivirki, sigur, at fyrst í komandi ári verður farið at fylla grót í útgrevsturin og síðan verður farið at byggja. Beint við útgrevsturin hjá Bústøðum, verður eitt sethús eisini bygt. MTV-Byggivirki stendur fyri stoypiarbeiðinum og Sp/f Hamar fyri timburarbeiðinum, bæði eru lokal virkir. Her skulu 7 leiguíbúðir byggjast. Sí grein um hetta her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5440&id=2

Skamt vestanfyri Heiðatrøðna byggir CS-Hús nýmótans, minni sethús. Christian Sørensen, stjóri, sigur, at hetta er ein ætlan hann roynir, fyri at vita um eftirspurningur er eftir lidnum húsum, her á Tvøroyri. Beinanvegin liðugt er at byggja, verða húsini sett á sølulistan. Verða húsini seld og vísir tað seg at áhugin er stórur, so kann Christian væl ímynda sær at byggja fleiri hús. CS-Hús er eisini fyritøka, við heimstaði í Tvøroyrar kommunu.

 
Fyrr í ár stóðu tvey onnur hús liðug í Trongisvági og tí kann sigast, at gongd veruliga er komin á sethúsa- og íbúðarbyggingina á Tvøroyri, eftir at lítið og einki er bygt á hesum økinum, seinastu árini. Fleiri hús eru eisini ávegis og sigast má, at framtíðin sær spennandi út á Tvøroyri.