Tyrlan flutti eitt fólk á Landssjúkrahúsið í nátt

12-01-2021 - 07:58 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 02:38 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun klokkan 03:17 í nátt. Har hon tók persónin umborð og flutt persónin á Landssjúkrahúsið, har hon lendi klokkan 03:30.