Tyrlan hevur flutt ein persón á Landssjúkrahúsið fyrrapartin

30-05-2020 - 13:50 - Jóanis Albert Nielsen
Fyrrapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var dottin og fingið skaða á Sandoynni.

MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun klokkan 11:45. Tyrlan tók mannin umborð á tyrluna og flutti hann á Landssjúkrahúsið har hon lendi beint fyri middag.

Tyrlan hevur gjørt fýra sjúkraflutningar seinastu vikuna.