Týskur flutningsrisi velur føroyska KT-loysn

vinna04-06-2019 - 10:01 - Jóanis Nielsen

Hapag-Lloyd hevur gjørt 3 ára avtalu við føroyska Globe Tracker um útgerð og forrit til stýring av øllum 91.500 kølibingjunum hjá felagnum. Talan er um ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð.


Við loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum.

Globe Tracker-útgerðin, ið verður sett á og knýtt í kølibingjurnar, hevur samband við Globe Tracker-forritini umvegis fjarskiftisnetið.

“Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leiðandi støðuna hjá okkum á hesum marknaðinum. Í løtuni hevur talgilding høga raðfesting millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rundan um felagið”, staðfestir Jákup Lamhauge, stjóri.

Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelagið í heiminum, kunnger avtaluna við Globe Tracker í dag 4. juni 2019 á stóru flutningsmessuni “transport logistic” í München í Týsklandi.

Tíðindaskrivið frá Hapag-Lloyd sæst her:https://www.hapag-lloyd.com/en/press/releases/2019/06/customised-supply-chain-monitoring--introducing--hapag-lloyd-liv.html

Sí meira kunning og tilfar á okkara fjølmiðlasíðu:https://shwca.se/globetracker


Um Hapag-Lloyd
Hapag-Lloyd AG er eitt av leiðandi bingjuflutningsfeløgunum í heiminum við 235 nýmótans bingjuskipum, sum rúma 2,5 milliónir bingjueindir. Hapag-Lloyd varð upprunaliga stovnað í 1847 og hevur høvuðsskrivstovu í Hamburg í Týsklandi. Felagið hevur 12.800 starvsfólk og 398 skrivstovur í 128 londum.
www.hapag-lloyd.com


Um Globe Tracker
Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi. Høvuðspartaeigarar eruTryggingarfelagið Lív, P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starvast 14 fólk, harav 5 í Føroyum.
www.globetracker.com