Málskjúttarnir í 5-1 sigrinum ímóti Fornebu IL. F.v.: Hans Pauli á Bø, Hanus Højgaard, Óli Mittún og Jónatan Nattestad - Mynd: Heðin D. Poulsen / FSF.fo

U15: Endaðu við stórsigri

ítróttur01-06-2019 - 17:57 - Jóanis Albert Nielsen

FSF - Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin, sum hesir spælararnir hava víst seinastu dagarnar. Allir sum ein hava teir ein góðan vilja til at læra, bæði sum einstaklingar og sum lið.

- Á vøllinum hava vit roynt hvønn einstakan á ymiskum plássum, og vit hava trýst teir eitt sindur. Teir gera onkrar feilir, men teir læra samstundis eina rúgvu, og sum heild eri eg væl nøgdur, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin spældi føroyska U15-landsliðið við dreingjum, sum síðani týsdagin hevur tikið lut í EfB Spar Nord Elite Cup 2019 í Esbjerg í Danmark, seinasta dystin í kappingini. Og eftir at hava tapt 2-1 fyri Esbjerg fB, 4-1 ímóti AC Horsens, og síðani tveir dystir 4-2 ímóti ávikavist B93 og HIK, fingu okkara dreingir eina veruliga uppreisn leygardagin, tá kvalifiseringsdystirnir vóru á skránni.

Mótstøðuliðið í seinasta dystinum var norska Fornebu IL, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-1 sigur til Føroyar. Tað var annars Fornebu IL, ið kom á odda tá 13 minuttir vóru spældir. Men í 26. minutti javnaði Hanus Højgaard til 1-1. Hans Pauli á Bø legði føroyska liðið á odda 2-1. Hanus Højgaard økti til 3-1, áðrenn Óli Mittún og Jónatan Nattestad skoraðu til 4-1 og 5-1.

Næsta uppgáva hjá U15-landsliðnum við dreingjum er UEFA menningarkapping, sum verður í Írlandi frá 16. til 21. oktober. Tá skal føroyska liðið spæla ímóti Írlandi, Luksemborg og Kosovo.

U15-dreingirni koma heim aftur sunnudagin.