U15-landsliðið við gentum, sum í fjør var til kapping í Spania - Mynd: www.FSF.fo

U15-landsliðið við gentum úttikið

ítróttur22-05-2019 - 18:04 - Jóanis Nielsen

Pauli Poulsen er nýggjur venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, og hann hevur nú kunngjørt sín fyrsta landsliðshóp, sum í august skal til Baltic Cup í Lettlandi.

Í døgunum 21. til 26. august fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Riga í Lettlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2019. Umframt Føroyar og Lettland, verða Estland og Litava eisini við í kappingini.

Pauli Poulsen er venjari hjá U15-gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið er úttikin til komandi kapping.

Í juni og juli mánað eru fleiri venjingar á skránni, umframt ein venjingarlega, sum verður á Svangaskarði dagarnar 17. og 18. august.

Hópurin

Astrid Mittfoss, B36

Agatha K. Djurhuus, TB

Jórun Nejma Patawary, KÍ

Vár Johannesen, KÍ

Thala Ann Venned, KÍ

Jóhanna Sørensen, Vildbjerg IF (DEN)

Anna Katrina Mikkelsen, Skála

Sólja Ernstdóttir, Skála

Marita F. Magnadóttir, Skála

Rakul Sørensen, Víkingur

Fanny Kata Turi, Víkingur

Brynhild Janusardóttir, Víkingur

Halla E. Joensen, TB/Royn

Vár Edvardsdóttir, 07 Vestur

Nicola Toftegaard, ÍF

Gunnvá Lutzen, HB

Fríða M. Jakobsen, HB

Lea T. Johannesen, HB