U17-hópurin, sum í apríl mánað tók lut í UEFA menningarkapping í Estlandi. Um mánaðarskifti september-oktober fara U17-dreingirnir til EM-undankapping í Svøríki - Mynd: www.FSF.fo

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

ítróttur15-09-2019 - 18:20 - Jóanis Nielsen

Áki Johansen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum mánaðarskifti september-oktober skal til EM-undankapping í Svøríki.

Í døgunum 26. september til 4. oktober fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Svøríki, har liðið skal taka lut í EM-undankapping. Umframt at spæla móti svium, skulu okkara dreingir eisini royna seg ímóti Danmark og Litava.

Men áðrenn farið verður til Svøríki at kappast, fer hópurin á venjingarlegu í Holbæk í Danmark í tríggjar dagar, frá 23. til 26. september.

Áki Johansen er venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, og hann hevur nú avgjørt, hvørjir skulu umboða Føroyar til EM-undankappingina í Svøríki. Av teimum 18, ið eru úttiknir, eru sjey, ið hava sína dagligu gongd í donskum feløgum. Hinir koma úr EB/Streymi, Víkingi, B36, HB og Skála.

Hópurin

Fayo Kruse, EB/Streymur

Olaf Barðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Filip Johannesen, EB/Streymur

Elias Rausborg, Hvidovre IF (Danmark)

Richard Højgaard de Franca, Holbæk (Danmark)

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Heini Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (Danmark)

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Brian Slyne, HB

Suni Hansen, SønderjyskE (Danmark)

Jørgin Nielsen, SønderjyskE (Danmark)

Poul Kallsberg, Skála

Jonathan Lassesen, HIK (Danmark)

Skráin

27. sept. kl. 16:00 Føroyar – Danmark (Larods Hittarp)

30. sept. kl. 16:00 Svøríki – Føroyar (Harlyckans IP)

3. okt. kl. 16:00 Litava – Føroyar (Larods Hittarp)