Mynd: Harald Bjørgvin

U17-menn: Greiddu sína skyldu móti Estlandi

ítróttur02-07-2019 - 18:09 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Føroyska U17-landsliðið hjá monnum vann í dag triðja dystin í European Open í Gøteborg. Føroyar vann greitt 22-11 á Estlandi, eftir hálvleiksstøðuna 14-5.

Estland hevði tapt báðar dystirnar í kappingini, so talan var um ein dyst, har Føroyar var greiður favorittur og skuldi vinna. Okkara byrjaðu væl og vóru frammanfyri 8-3 eftir 15 minuttir. Málverjin, Pauli Jacobsen, tók við har hann slepti í gjár saman við verjuni og stóð sera væl. Estar fingu bert 5 mál í fyrra hálvleiki. Leiðslan gjørdi eisini, at okkara ikki høvdu tørv á at spæla við so høgari leikferð og var møguleikin at skifta meira út og fordeila orkuna yvir liðið, sum hevur tveir dystir á skránni í morgin. Verjan stóð eisini stinn í seinna hálvleiki, men vóru okkara ikki eins avgjørdir í álopinum, har bert tvey mál komu seinastu 10 minuttirnar. Venjararnir fingu tó spælt nógvar leikarar inn á liðið, og kann hetta hava stóran týdning seinni í kappingini.

Í morgin spæla Føroyar móti Georgia kl. 9.45 og móti Ísrael kl.15.30 føroyska tíð. FM1 sigur frá báðum dystunum og verður teir eisini stroymdir á EHFtv.com.

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Baldur Gillason 4
Pauli Mittún 3
Janus Dam Djurhuus 3
Hákun West av Teigum 3
Bogi Hansen 1
Viktor Gaini 1
Ovi Lützen 1