Um smáar tvær vikur fer U21-landsliðið undir eina nýggja EM-undankapping - Mynd: Heri Joensen

U21-landsliðið úttikið

ítróttur24-05-2019 - 18:30 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Um smáar tvær vikur setir U21-landsliðið hol á eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dystur verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17:00. Mótstøðuliðið er Kasakstan.

Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava í hesum sambandi úttikið 20 spælarar til komandi dyst. Og av teimum 20, eru tríggir, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Hópurin

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Daniel Johansen, HB

Pætur Hentze, NSÍ

Hugin Samuelsen, B36

Ólavur Niclassen, KÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)

Petur Knudsen, NSÍ

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, TB

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)

Gilli Samuelsen, B36

Adrian Justinussen, HB

Steffan Løkin, EB/Streymur

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17:00. Ókeypis atgongd verður til dystin.

Hini londini í bólkinum eru Montenegro, Norðurmakedónia, Ísrael og Spania.

Týsdagin 28. mai klokkan 10:00 verður tíðindafundur í FSF-húsinum, har Lars Olsen, A-landsliðsvenjari fer at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra, sum verða á Tórsvølli 7. og 10. juni.