UEFA útsetur og avlýsir

ítróttur02-04-2020 - 13:06 - Jóanis Nielsen

UEFA hevur avgjørt at avlýsa fleiri av menningarkappingunum hjá yngru landsliðunum, og at landsdystirnir hjá kvinnum, monnum og U21 í juni verða útsettir til í heyst

Týsdagin var videofundir millum tey 55 limalondini í UEFA. Á fundinum vórðu ymisku kappingarnar hjá evropeisku fótbóltssamgonguni umrøddar. Hálvan mars var avgjørt at útseta EM 2020, til at verða í 2021, og nú eru aðrar kappingar og endaspøl eisini útsett ella avlýst.

Millum annað er avgerð tikin um at avlýsa allar menningarkappingarnar hjá yngru landsliðunum, sum eftir ætlan skulu verða í mai mánað. Harafturat eru EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg fyri...

Les meira...